Tiltøk


INN kappingin gekk sum eftir ánni

13/02/2012

Tíðindi >>

INN kappingin sum svimjifelagið Ægir skipaði fyri í svimjihøllini í Klaksvík farna vikuskfitið gekk sum eftir ánni. Luttakandi feløg vóru: Reysti, FS, Flot, HS, Susvim og Ægir, og tað gekk sera gott hjá øllum. Fleiri persónligmet, FM met, Junior met vóru sett og eisini fingu fleiri svimjarar svimjinálir, sum Jon Heystoy handaði teimum.

Hjá Ægir setti Birita Debes FM met í 50 rygg og tók harvið metið hjá Elspu Mørkøre frá 2007. Fyrst svam Birita 28,81 og síðani stutt eftir í liðsvimjing 0,28,62 og er hon hervið nr 4 í Danska kongarínum.

Cecilia Eysturdal setti FM juniormet í 800 frí og tær 4, Cecilia Eysturdal, Jonna Bjartalíð Thomsen, Astrið Foldarskarð og Birita Debes settu FM-met í 4x50 Frí.

Fyriskipararnir av kappingini høvdu sett sær fyri at svimjarar og foreldur fingu eina ríka uppliving so teir høvdu sett ljós og tónleik til finalu partarnar og tað var sera hátíðarligt um kvøldið við tónleiki og innmarsh til semifinalur og finalur.

Í gongini var góður matur at fáa so har var einki til hindurs fyri at nakar svam svangur. Og tað gekk super bæði hjá okkum og sanniliga eisini hjá teimum vitjandi. Fólk vóru blíð og glað so hetta verður nokk gjørt aftur.

Kundi skrivað síðu upp og niður um øll tey góðu úrslitini sum vóru, men tað er skjótt at gloyma onkran.

Havnar Svimjifelag vann við 18 gull, vit (Ægir) vóru nr 2 við 15 gull og Susvim bleiv nr 3 við 5 gull.

Hjartaliga tillukku øll somul við teimum góðu úrslitunum. Vit síggjast á Toftum tann 3. mars til kapping.

 

Vinarliga

PHF

 

Aftur

Viðmerkingar

None Found

Add Comment

 

Seinastu tíðindi