Tiltøk


Svimjifelagið Ægir

Svimjifelagið Ægir bleiv stovnað í 1975, eitt ár eftir at Klaksvíkar svimjihøll lat upp á fyrsta sinni.

Fyrstu árini var felagið mest sum einaráðandi í Føroyskari svimjing, um vit hugsa um tey góðu úrslitini, sum felagið stóð fyri.

Í dag hevur Ægir eitt stórt ungdómsarðbeiði. Eini 120 børn venja í felagnum. Harafturat er eisini Master svimjing fyri tilkomin - hetta verður eisini nevnt rørslusvimjing.



Ægir leggur stóran dent á at menna tir yngru svimjararnar. Í løtuni hevur felagið eina mest yngri svimjarar.

Barnaarbeiði verður høgt raðfest, og ynski er, at teir svimjarar sum eru í yngra endanum skula lyfta felagið aftur á føtur.

Ægir leggur seg eftir at geva frálæru í grundleggjandi svimjiteknikki til øll, sum eru í felagnum. Svimjifrálæran fevnir eitt nú um at læra børn at svimja, sum ikki duga tað, og heilt upp til elitu svimjing, sum er kappsvimjing á høgum støði. Fyri at hava eitt so breitt og stórt felag krevst nógv av venjarunum. Fleiri venjarar eru knýttir at felagnum við Petur Heðin á Fløtti sum høvuðsvenjara.




 

Seinastu tíðindi