Tiltøk


 

Ársaðalfundurin verður í Sangstovuni 20. mars kl. 20.00

Fundarskrá:
1.       Ársfrágreiðing
2.       Grannskoðaður roknskapur
3.       Innkomin mál (skrivlig)
4.       Val av stjórn og tiltakslimum
5.       Ymiskt

Innkomin mál mugu vera nevndini í hendi seinast 4 dagar áðrenn aðalfundin

Ægir


 

Startlistin til INN kappingina er tøkur her

Úrslit frá fríggjakvøldinum her

Úrslit higartil, leygarkvøld her

Samlað úrslit frá kappingini, her


 

INN kapping 10. - 12. februar 2012

Ægir bjóðar øllum vælkomin til INN kapping í Klaksvík 10.-12. februar. Byrjað verður fríggjakvøldið 11. februar kl. 16.30 við upphiting og kapping kl. 17.30. Hildið verður áfram allan leygardagin og allan sunnudagin.

Les alla innbjóðingina her

Invitation_INN-stevnan_Klaksvik_2012-02-10.lef

GR120210.txt


 

SSF vitjar Ægir í Klaksvik

Á starvsnevndarfundi 23. januar 2012 var av gjørt at Starvsnevndarlimir – og
møguliga Svimjinevndarlimir - fara á rundferð til feløgini. Vitjað verður í Klaksvík 22. februar.

Høvuðsendamálið er at koma nærri feløgunum og at fáa meira at vita, um
tankar og ynski í mun til Svimjisambandið.

Skrá fyri kvøldið:
kl. 18-19 fundur við nevndina
kl. 19-21 fundur við foreldur og onnur svimjiáhugað


 

 Barnasvimjingin byrjar aftur

Tilmeldingin verður tann 9. januar kl 18.00 í Svimjihøllini. Svomið verður fyrstu ferð 11. januar.
- Børn sum hava svomið áður melda seg til kl. 18.00
- Børn sum ynskja at svimja fyri fyrstu ferð melda seg til frá kl. 19.00

Kostnaður 400 kr. (vetur/vár 2012) verður goldið kontant við tilmelding 


 

 Nýggjar Ægir draktir

Mikukvøldið 11. januar kunnu tey sum eru í svimjiskúlanum passa nýggju draktirnar. 


 

 

  Rørslusvimjingin byrjar aftur

Oluffa á Høvdanum er venjari hjá rørslusvimjarunum. Oluffa hevur drúgvar royndir í venjarayrkinum og er vælkend í føroyskari svimjing.

Í vetur/vár verður svomið mánadagar kl. 19.00 og mikudagar kl.20.00

Rørslusvimjing eru fyri øll, sum hava hug at fáa eitt sindur av motión við at svimja. Øll sum duga at svimja eru vælkomin. 

Hjálparfólk

Ægir sóknast eftir hjálparfólkum til barna arbeiðið
 
Til barnasvimjingina leita vit eftir fólki, sum hava hug at læra børn at svimja og dáma at arbeiða við børnum. Vit hava tørv á tveimum fólkum, sum kunnu hjálpa 1-2 ferðir um vikuna í 1 tíma.
 
Send ein teldupost til aegirsvim@gmail.com ella ring til Carsten W. Andersen á 27 41 24

 



 

Seinastu tíðindi